Poul Hansen er Føroya størsta heilsøla við meira enn 80 starvsfólkum og næstan 100 ára drúgvum royndum. Samtakið umboðar hópin av altjóða merkjum umvegis heilsølupartin. Harumframt fevnir samtakið um Gastro, Krás, Staðrøkt, Samkeyp og Á.
Síðani Poul Hansen fór undir virksemið heima hjá sær sjálvum í 1927, hevur fyritøkan verið ein familjufyritøka. Nú situr triðja ættarlið við róðrið. Tað, sum byrjaði við einum umboði fyri eingilskt tubbak og nakrar fáar turrvørur, legði lunnar undir fyritøku, sum framvegis er í støðugum vøkstri og menning.
Vøruúrvalið og brúkaravanarnir broytast og mennast alsamt, og tí stremba vit altíð eftir at tillaga okkum og okkara vørur og tænastur.